Sera nógv fólk eru í Vágsbotni í góðveðrinum í dag, nú tiltakið »ein dagur á grynnuni« verður hildið á triðja sinni.
Veðrið er so avbera gott, sólin skínur bæði oman og niðan, her er stilt og lýtt.
Nógv ymiskt er á srkánni. Borðreitt veður við nógvum góðum mati í Tórsgøtu og úti í Vágsbotni. Har er fiskikapping, sum B36 skipar fyri. Sjósavnið er á bryggjuni við nøkrum kørum, og til ber eisini at siga við fjarstýrdnum bátum í einum gummibáti, sum er fyltur við vatni.
Í Margarinfabrikkini borðreiða tey við Fish & Chips til børini, og Trølla Pætur, omman og ommudidd rúnarbundu bæði børn og vaksin, tá tey framførdu á Nólsoyarpálstorginum.
Tiltakið, sum byraði í morgun, endar klokkan 17. Eitt sera gott tiltak, sum vísir ein part av øllum tí góða, sum vit fáa úr havinum.a