Dýrasti spælarin í bretskum fótbólti

Manchester United rindar Real Madrid nærum 560 mió kr., nú teir hava keypt Angel Di Maria

Í bretskum miðlum hevur tað í fleiri dagar verið roknað sum veruleiki, og í dag varð tað staðfest. Angel Di Maria skiftir úr Real Madrid til Manchester United, og við hesum verður hann dýrasti spælarin í Bretlandi.

 

£59,7 mió mátti Manchester United leggja á borðið fyri at fáa argentinska spælaran, og hetta er altso bretskt met.

 

- Eg eri ovurfegin um at sleppa at spæla við Manchester United. Eg havi havt nøkur framúr ár í sponskum fótbólti. Fleiri feløg sýndu áhuga fyri mær, men skuldi eg fara úr Real Madrid, so var Manchester United einasta felagið, sum kundi koma upp á tal fyri mítt viðkomandi, segði Di Maria, tá sáttmálain varð undirskrivaður.

 

Sáttmálin við Di Maria er galdandi í fimm ár.