Við fimm málum á rað hevði VÍF togað seg fram um Kyndil, tá bara fáir minuttir vóru eftir av finaludystinum í dag.
Seinastu løtuna fekk heimaliðið tó aftur takið, og so máttu Liljan Djurhuus og liðfelagarnir ásanna, at gullið ikki verður teirra í ár.
- Vit klára ikki at halda fast, tá vit fáa útvísingar móti dystarenda, sum kosta okkum øgiliga dýrt. Og so fær Simona hasa bæði málini, sum avgera dystin, helt Liljan, tá vit fingu orð á hana eftir dystin.










