Bólkur C
Farvæl til Matthaus
Oddaliðið í Bólki C, Bayern München, styrkti um støðu sína, tá teir á heimavølli vunni 4-1 á Real Madrid.
Dysturin var bert fýra minuttir gamal, tá Mehmet Scholl legði týska liðið fram um, og á hálva tímanum økti brasiliumaðurin, Elber, upp í 2-0.
Real Madrid kom tó nakað fyri seg aftur, og tá hálvur tími var eftir at leika, minkaði Helguera um munin. Týsku meistararnir góvust tó ikki á nakran hátt, og tvey mál frá Alexander Zickler syrgdu fyri endaligu støðuni.
Hetta var annars eitt sera kensluborið kvøld fyri týska veteranin, Lothar Matthaus, við tað at hetta var seinasti dystur hansara í reyða Bayern búnanum. Í dag gongur leiðin til USA, har hann ætlar at enda yrkisleið sína hjá New York Metrostars.
Sostatt eru týsku meistararnir mest um vísir í at koma til fjórðingsfinalurin, meðan Rela Madrid hinvegin nú er undir hørðum trýsti frá Dynamo Kiev.
Ukrainsku meistararnir leiktu mikukvøldið á útivølli móti norska Rosenborg, og við tveimum málum frá Sergei Rebrov, eydnaðist tað at teimum at fáa ein tepran sigur heim aftur við sær.
Rebrov, sum nú verður settur í samband við Tottenham, skoraði til 1-0 eftir góðan hálvan tíma, men løtu seinni javnaði Orjan Berg fyri norsku meistararnar.
Eftir hetta gekk javnt á, men Rebrov sløkti enn einaferð norsku vónirnar, tá hann um miðjan seinna hálvleik skeyt seinasta málið í dystinum.
Á odda í bólki C er framvegis Beyern München við tíggju stigum. Dynamo Kiev og Real Madrid hava nú bæði seks stig, meðan Rosenborg á fjórða plássinum hevur eitt stig.
Bólkur D
Støðan er sera spent
Í bólki D eydnaðist tað Chelsea at vinna seg upp á ovastu rók, eftir at teir á heimavølli vunnu 1-0 á Olympique Marseille.
Málið fingu teir um miðjan fyrra hálvleik, tá liðskiparin, Dennis Wise, sendi eitt hart skot í netið.
Spælið hjá enska liðnum var tó einki at reypa av, og venjari teirra, Gianluca Vialli, segði eisini eftir dystin, at teir mugu finna annað spæl fram, um framhaldandi luttøka í kappingini skal tryggjast. Týdningarmiklu stigini komu tó til høldar, og hetta fegnaðist italiumaðurin eisini um.
Í hinum dystinum í bólkinum, eydnaðist tað hollendska Feyenoord at fáa ein málleysan javnleik á heimavølli móti Lazio, hóast tað meginpartin av dystinum vóru rómverjarnir, sum høvdu mesta spælið.
Ofta gekk tað tó ov seint fyri seg, og tískil megnaði Feyenoord at halda mótstøðuliðnum frá teimum stóru møguleikunum.
Tó var tað um reppið, at Lazio fór avstað aftur við øllum stigunum, tá Feyenoord málverjin, Dudek, kiksaði eitt útspæl, soleiðis at Marcelo Salas slapp at halda beina kós móti málinum. Málverjin megnaði tó at bøta um skaðan, og harvið tryggja heimaliðnum annað stigið.
Feyenoord og Chelsea eru nú á odda í bólki D við sjey stigum í part, meðan Lazio á triðja plássinum hevur fimm stig. Aftast er Marseille við trimum stigum, so enn er einki avgjørt í bólkinum.