Nógvur roykur og eyðkenda útvarpsrøddin hjá Fróða Løkságarð byrjaðu framførsluna hjá Dynamitt. Greitt varð frá um uppfinnaran Nobel, og so um tað hann uppfann; Dynamitt.
So kom ein orkufull framførsla, har løg sum Eia Umba (ella hvussu tað nú stavast), Omman við Gjógv, Tú er bangin, Gev mær eina øl og so okkurt stillari lag komu í eini sannari hittrøð.
Grøv nummar 13 var so eykalag, tí tað vildi kókandi fjøldin hava frá hesum bólkinum, sum nú tóktist meira professionellur, enn nakrantíð fyrr.
Og meðan fjøldin sang; Vit vilja ongantíð doyggja, endaði framførslan hjá Dynamitt, meðan stórfingið festivalfýrverk setti punktum fyri Summar Festivalin 05.