Dynamitt bjóðar av

- Fólk fáa eitt brak, sum ongantíð áður er upplivað á palli í Føroyum, sigur Nilcas Heri Jákupsson um framførsluna hjá Dynamitt á Summar Festivalinum í ár Dynamitt hevur havt nakrar tiltiknar framførslur á Summar Festivalinum, og fríggjakvøldið fer tann festligi og líviligi bólkurin aftur á pallin á Vágsbøi.

 

Og annar av sangaranum í bólkinum lovar eina minniliga framførslu.

 

- Fólk tosa ofta um, hvar tey vóru, tá okkurt minniligt hendi ? til dømis sigurin hjá Føroyum í Landskrona. Eftir okkara framførslu í ár fara fólk at tosa um, hvar tey vóru, tá Dynamitt spældi á Summar Festivalinum 2009, sigur Niclas Heri Jákupsson við Rás2, sum sendir upphiting til Summar Festivalin í kvøld.

 

- Tað verður eitt brak, sum ongantíð áður er upplivað á palli í Føroyum, og eg fari bara at heita á fólk um at møta upp, tá Dynamitt fer á pallin, sigur Niclas Heri.

 

Rás2 sendir upphiting til Summar Festivalin til klokkan 21.00 í kvøld.