Dynamit vil og fer nokk ongantíð at doyggja

Um tað vóru fleiri til konsertina hjá Dynamit enn hjá Ronan Keating skal ikki sigast. Men tey vóru ikki færri.

 

Tað er við at blíva fast, at á hvørjum Summarfestivali skal Dynamit spæla sína síðstu konsert. Hesa ferð varð tað tó ikki lovað, at hon var tann síðsta - uttan iva til stóra gleði til tey mongu, sum hvørt ár hava Dynamit sum hæddarpunkt á Summarfestivalinum.

 

Fólkið elskar teir og vil hava teir. Í 1½ tíma rungaðu allir teir kendu gomlu slagararnir hjá stuttliga klaksvíksbólkinum úr hátalarunum. Tá 'síðsti' sangur var sungin, kundi fjøldin ivaleyst hoyrast niðan á Klakk rópa 'Eykanummar, eykanummar'.

 

Tað fingu tey sjálvsagt, og endaðu Dynamit brakið við 'Grøv nummar 13'.

 

Um Dynamit verður aftur á næsta árs Summarfestivali, kann man bara gita seg til. Men um tað verður upp til tey mongu túsund, sum sungu og róptu við í kvøld, so skulu teir nokk vera høvuðsnavn øll trý kvøldini næsta ár.