Dynamit vil ikki doyggja

Tiltikni tónleikabólkurin úr Klaksvík gevur í dag út nýggjan fløgupakka, sum inniheldur live framførslu og dokumentarfilm um bólkin.

Tónleikabólkurin Dynamit er í dag komin á marknaðin við nýggjari tónleikaútgávu, sum eitur Dynamit, live - »Vit vilja ongantíð doyggja«.

 

Útgávan er ein boks við einari fløga og einum dvd í.

 

Á fløguni eru 13 sangir, og eru hesir sangir upptiknir live á Summarfestivalinum 2009. Á dvd-fløguni er konsertin á Summarfestivalinum 2009 og eisini ein nýggjur filmur, sum lýsir søguna hjá Dynamit. Umframt, at samrøður eru við limirnar í bólkinum, so eru fleiri eldri filmsbrot eru at síggja.