Niklas Heri Jákupsson staðfesti fyri løtu síðani, at hit-bólkurin úr Klaksvík fyri triðju ferð verður partur av SummarFestivalinum Hóast framførslan á festivalinum í 2005 skuldi verða teirra seinasta yvirhøvur, so klára teir í Dynamit ikki at steðga.
Í fjør vóru teir bólkurin, sum endaði fríggjakvøldið á stóra pallinum, og aftur í ár verður Dynamit eitt av stóru føroysku nøvnunum á SummarFestivalinum.