Dynamit lovar eitt ordans brak

- Eingin verður vónbrotin av okkara framførslu, siga tónleikari í Dynamit, nú bólkurin aftur fer á pallin til ársins Summar Festival.

 

Dynamit hevur havt nakrar minniligar framførslur á Summar Festivalinum. Poppbólkurin við teimum løttu og kendu sangunum hevur av álvara fingið fólkið við sær á hesum framførslum, og nú eru teir í Dynamit klárir til at fara aftur á pallin á Summar Festivalinum.

 

- Vit hava vant nógv og fyrireikað okkum væl, og eg kenni meg púra tryggan við, at alt fer at rigga. Eingin verður vónbrotin av okkara framførslu, sigur Emil Gunnarstein, sum er basspælari í Dynamit.

 

Seinast Dynamit spældi á Summar Festivalinum, var tað uttan annan sangaran í bólkinum Hans Jákup Nystrøm – eisin kallaður Shaky. Men hesaferð er Shaky við á pallinum, og tað fegnast hin sangarin um.

 

- Eg haldi meg ikki reypa, tá eg sigi, at framførslan í 2009 var okkara besta nakrantíð. Tí var tað eisini eitt stórt antiklimaks, tá vit stóðu á pallinum í 2010. Shaky fekk siglingarboð dagin fyri festivalin, og sjálvur legðist eg við krími. Shaky er við hesaferð, og tað – at vit eru tveir frontmenn – lættir øgiliga nógv um, tá framførslan gongur fyri seg, sigur Niklas Heri Jákupsson.

 

Dynamit spælir á Vágsbøi fríggjakvøldið kl. 01.30.

 

Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.