Dynamit aftur á Summar Festivalinum

Punktumið, sum varð sett fyri tveimum árum síðani, var bert eitt komma. Dynamit var á palli um vikuskiftið, og nú standa teir aftur á plakatini til Summar Festivalin Ætlanin var, at Dynamitt skuldi seta sítt egna punktum, tá ið bólkurin spældi á Summar Festivalinum 2005. Men tað gjørdist bert eitt komma. Um vikuskiftið gjørdi Dynamitt comeback til Straight Parade tiltakið í Klaksvík, og nú er tað greitt, at bólkurin skal spæla á Summar Festivalinum í august eisini.

- Tað hevur næstan verið eitt krav frá fólki um, at tey vildu sleppa at uppliva Dynamitt aftur, og nú fáa vit ikki gjørt annað enn at eftirlíka kravinum. Vit yvirgeva okkum og seta Dynamitt á skránna fyri Summar Festivalin 2008, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

Niclas Heri Jákupsson, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum, er kløkkur av stóra áhuganum, sum framhaldandi er fyri bólkinum.

- Tað var ikki ætlanin, at vit skuldu spæla aftur, men vit vóru mest sum trýstir at spæla á Straight Parade um vikuskiftið, og nú mugu vit bara geva eftir fyri einum massivum fólkakravi um at spæla aftur á Summar Festivalinum.

- Tónleikurin hjá okkumer rættiliga einfaldur, og hann er ikki endiliga kendur fyri góðsku, men onkursvegna fanga teir løttu sangirnir fólk, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum gleðir seg til at geva enn eina rimmar framførslu á Summar Festivalinum.

 

Og lítil ivi er um, at teir framvegis eru menn fyri at fáa lív í eina fjøld. Fyri tveimum árum síðani dansaði og sang allur Vágsbøur við, tá Grøv nummar 13, Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn, Aja Umba og øll hini hittini streymaðu úr hátalarunum.