Dylan er dýrur í Danmark

Óvanliga dýr atgongumerkir, tá ið nobelheiðurslønarvinnarin kemur til Keypmannahavn í apríl.

 

Tá ið umleið 1700 áhoyrarar leita sær í Operaina í Keypmannahavn 6. ella 7. apríl næsta ár, fara tey at hava nøkur óvanliga dýr atgongumerki í lummanum.

 

Atgongumerkjasølan til Bob Dylan-kvøldið er longu byrjað, og mongu fjeppararnir mugu stinga fingrarnar djúpt niður í buksulumman, tí dýrastu atgongumerkini kosta 1360 krónur, tey næstdýrastu 1160 krónur og tey ”bíligu” 960 krónur. Harumframt koma ymisk eykagjøld.

 

Fyrireikararnir boða frá, at orsøkin til methøgu prísirnar er, at her er talan um eina serstaka framførslu, ið verður hildin á stóra pallinum í Opraini.

 

Teir minna samstundis á, at Bob Dylan er ikki ein ”Mister hvem som helst”, men ein av heimsins størstu trubadurum og yrkjarum.