FSV04 hongur í og rennur aftaná ÍF í kappingini um uppflyting til bestu deildina.
Eftir soltna úrtøku síðani summarsteðgin var setningurin stórur í dag, tá ið FSV04 var í Gundadali og vitjaði HB. Men FSV04 stóð seg væl.
Vágamenn vunnu 2-0, eftir at teir mesta partin av 2. hálvleiki høvdu verið undirmannaðir, tí Mortan Joensen hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð og harvið varð rikin av vøllinum.
Gunnar Haraldsen legði FSV04 framum tíðliga í 1. hálvleiki, tá ið hann setti høvdið undir hornasparksinnlegg.
Hóast gestirnir vóru undirmannaðir leingi, so var FSV04 á ongan hátt niðurspælt, og fram ímóti dystarenda staðfesti Jógvan Holm týdningarmikla FSV04 sigurin, eftir at Sigtór Petersen hevði lagt innfyri úr vinstru.