Dýggjvátur festivalur við milliónayvirskoti

Størsti tónleikafestivalur í Norðanlondum væntar yvirskot upp á umleið 17 milliónir krónur til vælgerandi endamál

Størsti tónleikafestivalur í Norðanlondum væntar yvirskot upp á umleið 17 milliónir krónur til vælgerandi endamál.

 

Eins og regnið oysti yvir festivaløkið í Rosklide, so streymaðu pengarnir inn í festivalkassan, sum stendur eftir við tveysiffraðari milliónaupphædd í yvirskoti.

 

Tað hevur gingið avbera væl, eru boðini frá Christinu Bilde, sum er talskvinna fyri Roskilde Festivalin.

 

– Vit hva havt ein fantastiskan festival. Tað hevur regnað, men vit hava tíbetur verið fyrireikað.

 

– Vit rokna við at hava eitt yvirskot, sum vit kunnu lata víðari á nøkulunda sama støði sum í fjør, tá vit góvu 17 milliónir krónur til vælgerandi endamál, sigur hon.

 

Upphæddin er ikki heilt neyv, sigur Christina Bilde. Men metingin byggir millum annað á, at festivalurin eins og í fjør hevði selt øll armbondini til alla vikuna og eingangsatgongumerki til allar fýra tónleikadagarnar.

 

– Vit hava havt ein festival, sum hevur verið útseldur. So vit vita, at tað er eitt gott útgangsstøði, sigur hon.

 

Men nakað av tí, sum kann taka av yvirskotinum er regnið. Tað var serliga fríggjadagin, at tað regnaði so illa, at festivaløkið gjørdist eitt mórudýki.

 

Tað eru millum annað útreiðslur av at koyra spónir á plássið, so fólk kundu fóta sær, og uppruddingararbeiðið verður nógv truplari í allari móruni.

 

Av nýggjum á ársins festivali vísir Christina Bilde serliga á eitt, sum hevur riggað væl.

 

Sum nakað nýtt hevur festivalurin gjørt ein pall, har sjey ymisk lið úr donsku tónleikavinnuni sluppu at leggja skránna.

 

Pallurin var á kampingøkinum og var longu opin teir sonevndu »upphitingardagarnar«, áðrenn sjálvur festivalurin byrjaði.

 

– Tað er altíð okkurt, sum fólk líka skulu finna og uppdaga, men tað hevur riggað væl og hevur skapt samanhang á plássinum, sigur hon.

 

Roskile Festivalurin er ein non-profit felagsskapur, og yvirskotið fer millum annað til vælgerandi endamál sum børn og ung og humanitert arbeiði.

 

/ritzau/