Dyggasti sigurin hjá Nólsoyingi

Sera grammir Nólsoyingar settu meistararnar upp á pláss í líkindum, sum teimum líkar best at kappast í

Fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum komu nólsoyingar fyrstir á mál, og tað var vorðið sum sigur.
Undan Ólavsøkuni segði bátasmiðurin og veteranurin við stýrisvølin umborð á Eysturoyinginum, Sámal Hansen, her í blaðnum, at tað ráddi fyrst og fremst um startin, og at tað vóru góðar vánir fyri, at tað 10?mannafarið, sum fór at fáa besta startin, eisini fór at vinna.
Nólsoyingurin tóktist leypa best avstað í startinum. Havnarbáturin og Eysturoyingurin royndu at fylgja við, og tað var skjótt, at kappingin bara stóð millum Eysturoyingin og Nólsoyingin. Hóast munurin aftur til Havnarbátin og Vestmenningin ongantíð gjørdist størri enn ein lítil bátslongd, so var tað skjótt greitt, eingin fór at megna at stinga seg ímillum Nólsoyingin og Eysturoyingin, og harvið bendi alt á, at Eysturoyingurin fór at vinna FM.
Men Eysturoyingurin, sum í 1998 og í 1999 vann allar róðrarnar og harvið FM, megnaði annað árið á rað ikki at røkka ólavsøkusigrinum, sjálvt um hann vann FM heitið.
Tá ið bátarnir komu inn undir Molan tóktist tað sum um, at Eysturoyingurin hevði fatur á rætta endanum. Teir vóru eina lítla hálva bátslongd frammanfyri Nólsoyingin, og tað kundi bent á, at sigurin fór at verða sannførandi. Men tað vildu nólsoyingar ikki. Teir spurtaðu fyrri enn kappingarneytarnir, og teir vunnu seg fram um.
Á síðstu hundrað metrunum royndi Eysturoyingurin at koma afturíaftur. Onkra løtuna tóktist tað sum um, at teir skuldu taka Nólsoyingin aftur, og tað var so tætt á málinum, sum tað bar til at vera. Nólsoyingurin var 2/25 av einum sekundi frammanfyri Eystuoyingin, sum á støðutalvuni bara var eitt stig undan Nólsoyinginum.
? Vit vildu fegnir vinna á Ólavsøku, og vit royndu alt tað, sum vit vóru mentir. Vit mugu bara ásanna, at tað var ikki nóg mikið, og at teir umborð á nólsoyinginum vóru meiri mentir, enn vit vóru í hesum róðrinum, staðfestu teir umborð á Eysturoyinginum samstundis sum teir avvístu, at tað hevði havt nakran týdning fyri ólavsøkuróðurin, at teir gjørdust meistarar, hóast teir endaðu aftanfyri Nólsoyingin, og um eingin kom inn ímillum hesar báðar bátarnar.
? Vit vistu, at tað fór at verða torført. At vit lógu so væl fyri í FM kappingini legði eyka trýst á okkum, heldur enn at vit tóku lættliga upp á tað. Allir vilja vinna ólavsøkuróðurin. Vit vóru væl fyri, og vit hildu okkum hava vunnið, tá ið vit fóru um málið, men vit mugu boyggja okkum fyri veruleikanum, sum er, at Nólsoyingurin vann á Ólavsøku, og at vit vunnu FM heitið, var ítróttarliga viðmerkingin hjá teimum umborð á Eysturoyinginum stutt eftir róðurin.
Eystuoyringinum verður ynskt tillukku við framúr góða úrslitinum, sum tað er, at teir fyri fjórðu ferð í seks ára longu søguni hjá bátinum hava vunnið meistaraskapin.

Dyggur sigur
Undan síðsta róðrinum hevði Nólsoyingurin vunnið tvær ferðir. Fyrra ferðin var á Jóansøku, og seinna ferðin var á Vestanstevnu fyri gott og væl tveimum vikum síðani.
Felags fyri hesar báðar róðrarnar er, at tað ? á sama hátt sum tað var á Norðoyastevnu, tá ið Havnarbáturin var fyrstur ? ikki var so slætt at rógva og kappast, sum tað altíð verður vónað, at tað er hesa ársins tíðina.
Aftur og aftur hevur verið at hoyrt, at teir umborð á Eysturoyinginum, sum altíð venja á so at siga deyðavatni, ikki trívast serliga væl í havaldu. Á Havnarvág var lítla lotið, sum ikki var nakað at tosa um, undan, og tað vóru fram undir at vera optimal líkindi.
? Vit hava vant nógv í ár, men vit hava ikki havt tunga venjing hesar seinastu vikurnar. Nú hava vit bara hildið venjingina við líka, og tað var fantastiskt, at tað fyri fyrstu ferð síðani í 1989 eydnaðist Nólsoyinginum at vinna ólavsøkuróðurin, var viðmerkingin hjá framúr væl uppløgdu reyðtroyggjaðu monnunum umborð á svarta Nólsoyinginum.
Nólsoyingunum verður ynskt tillukku við fyrsta ólavsøkusigrinum í fjúrtan ár.