Ítróttarklumman
Tað er alla æru vert, at Fótbóltssambandið hevur sett sær sum mál, at ein komandi føroyskur landsliðsvenjari ikki bert skal hugsa um A-landsliðið. Samlaða føroyska landsliðskonseptið verður eisini undir hansara veingjabreiði, eins og talan helst skal verða um ein venjara, sum gjøgnum virki sítt er førur fyri at virka sum íblástur hjá føroysku Formula-venjarunum.
Hóast tað altíð verður so, at úrtøkan hjá A-landsliðnum verður tann vágskáin, sum landsliðsvenjarin verður vigaður á, so er tað fyri føroyskan fótbólt, at júst seinasti parturin av omanfyristandandi postulati verður røktur væl og virðiliga.
Sjúklingatekinini í føroyskum fótbólti hava verið mong seinnu árini. Venjararnir eiga avgjørt ikki størsta partin av skuldini fyri hesum, men nú leitast skal aftur á beint, eru tað venjararnir, sum koma at standa við sínum heilt stóra parti av ábyrgdini.
Spælaramenning av egnum tilfeingi er nevnliga lykilin hjá einum og hvørjum felagi, sum komandi tíðina ætlar at vinna sær fram á leið, og í hesum kann ein komandi landsliðsvenjari fáa ovurstóran týdning.
Júst tí er tað beint nú av serstakliga stórum týdningi, at ein komandi landsliðsvenjari eisini hevur sínar dygdir í lagi á tí økinum.
Tað kann væl vera, at fleiri vilja hava ein hálvgum svakligan mann við stýrisvølin. Ein venjara, sum fær spælarar sínar at trúgva, at teir eisini hava møguleika at basa sjálvt størstu fótbóltstjóðunum. Ta trúnna skulu spælararnir sjálvandi eisini hava, men við teknaðu vangamyndini av landsliðsvenjaranum hevur FSF sent týðiligt signal um, at landsliðsarbeiðið eisini skal medda longur enn bara til dagin í morgin.
Og júst tí verða venjaradygdirnar av minst líka stórum týdningi sum psykologisku coaching-dygdirnar. Sjálvandi vilja vit hava ein venjara, sum kann røkka tí ógjørliga her og nú. Men her og nú hevur føroyskur fótbóltur eisini tørv á nógv meira enn bara løtuvinningi.