DEKK
Eirikur Lindenskov
Í dag er 1. mai, og fyri Fríðrik Bláhamar og hinar menninar á Super Dekk í Havn merkir tað, at teir hava nógv um oyrini í hesum døgum, tí í seinasta lagi í dag skulu píkadekkini undan bilunum.
Hendan dagin, vit vitjaðu á Super Dekk, segði hann frá vátaslættingi, og tað var Fríðrikur Bláhamar ikki so glaður fyri at hoyra.
? Tað merkir bara, at fólk bíða nakrar dagar, og so kemur alt upp í røkur, helt Fríðrikur fyri.
Super Dekk í Havn er eftir hondini ein gomul fyritøka. Tað var í 1974, at Sámal Bláhamar stovnaði fyritøkuna á neystaloftini hjá pápanum, Frederik Bláhamar í Vestmanna. Sama árið flutti Sámal fyritøkuna til Havnar, og fyri nøkrum árum síðani tók Fríðrikur, sonur hansara, yvir fyriøtkuna, sum í dag kallast Super Dekk. Tað er kenda, gamla merkið GoodYear, sum fyritøkan selur.
Tað fer nógv gransking fram innan dekkvinnuna, og soleiðis koma nýggj og betri dekk alsamt á marknaðin. Í fjør kom Goodyear við dekkinum GoodYear Eagle F1-GSD3 á marknaðin. Hetta avloysti fyrra Eagle dekkið, sum er enn meira ment.
? Hetta dekkið hevur roynst væl, sigur Fríðrikur.
? So væl, at tað selir seg sjálvt. Vit hava havt hetta dekkið í eitt ár, og tey, sum koyrdu við tí síðsta summar, lata væl at, sigur hann.
Tað serliga við hesum nýggja Eagle F1 dekkinum er, at vegtakið er størri, enn á dekkinum frammanundan. Tað merkir, at flatan, sum nertir vegin, meðan koyrt verður, er størri. Eisini er mynstrið soleiðis háttað, at ribburnar eru longri, soleiðis at tær ikki sleppa vegnum so skjott.
? Hetta ger, at dekkið er stak friðarligt at koyra við.
Og tað at hava røtt dekk, tað er nakað, sum veruliga hevur týdning, leggu Fríðrikur dent á.
? Tú fært eisini bílig dekk, men tá skalt tú bara vita, at góðskan ikki er tann sama, og tað merkir eisini, at trygdin ikki er tann sama. Ólukkan er bara tann, at tú sært ikki rætta munin, fyrr enn vanlukkan er hend. Hevur tú eitt gott, dýrt dekk, sum t. d. eitt frá GoodYear, so kanst tú verða vísur í, at tú klárar teg betur tá tú t. d. skal venda undan vandum. Bilurin heldur betri í vegnum, sigur Fríðrikur Bláhamar, sum leggur dent á, at her verður tosað um, tá vit koyra við vanligari, hampuligari ferð. Er talan um skilaleysa koyring, tá kunnu dekk verða dekk.
Fríðrikur Bláhamar vísir á, at tey góðu dekkmerkini hava verið ígjøgnum allar møguligar royndir, áðrenn tey koma á vegin, og tí kanst tú verða vísur í, at dygdin er í lagi.
Og dygdin er eisini trygdin, sigur Fríðrikur Bláhamar.









