Dygd og trygd skulu vera í lagi

- Tí hava vit eisini gjørt av at dagføra okkara virksemi so nógv sum gjørligt, sigur skipasmiðjan MEST.

Skipasmiðjan MEST hevur fyri stuttari tíð síðani dagført hydraulikverkstaðið á goymsluni í Tórshavn.

 

- Vit hava fingið nýggja slangupressu, sum kann pressa hydraulikslangur heilt upp til 4''. Men, tað steðgar ikki her, tí vit hava eisini fingið ein maskinu, sum kann trýstroyna slangurnar, eftir at tær eru gjørdar.

 

Tað sigur skipasmiðjan MEST, sum ynskir at bjóða sínum viðskiftafólki so nógvar tænastur sum møguligt.

 

- Vit vilja eisini hava, at dygd og trygd eru í lagi, sigur skipasmiðjan, ið hevur sett sær sum mál at dagføra virksemið so nógv sum tilber.