Dygd og haldbari gera munin

Tað er ikki lætt at kappast um prís við eitt nú kinverskar framleiðarar av lemmum, men í dygd skarar Rock Trawl Doors framúr.

Tað eru fleiri aðrir enn Rock Trawl Doors í Vági, sum framleiða trollemmar til fiskiskipaflotan. Millum kappingarneytarnar eru eisini framleiðarar í so fjarskotnum londum sum Kina.

 

Tað sigur seg sjálvt, at ikki er lætt hjá føroyskum veitara, sum noyðist at rinda umleið 174 krónur um tíman, tá alt er íroknað, at kappast við framleiðara, sum kanska rindar niðan fyri 10 krónur um tíman.

 

Tá so heldur eingin munur er á fraktini úr Kina og úr Føroyum til Danmarkar, er greitt, at tað er ikki í prís, at kappingin stendur - men í dygd og haldbari.

 

Trollemmarnir hjá Rock Trawl Doors í Vági eru kendir fyri sína dygd og haldbari - og ikki minst, tá ræður um snið.

 

Í Vági verður eisini alla tíðina arbeitt við at menna føroysku framleiðsluna, og her hevur Rock Trawl Doors ein verkfrøðing, sum hjálpir virkinum við menningini.

 

Árið 2011 var heldur vánaligt hjá virkinum, og 2012 royndist frægari. Fyrra hálvár í ár var heilt gott eftir mátistokkinum hjá virkinum, sum hevur 15 mans í arbeiði. Rock Trawl Doors hevur úr at gera í løtuni, og nú er tað serliga norski fiskiflotin, sum spyr eftir føroysku lemmunum og hevur bílagt fleiri sett til nýbygningar.

 

Flestu føroysk skip, sum eru nakað til støddar, fiska við lemmum úr Vági, og tað eru skip, sum hava fiskað við sama setti av lemmum í fleiri ár. 

 

Hans Joensen, róptur Hans í Líðini, sigur, at útlitini í løtuni eru rættiliga góð, og hetta er ein spennandi tíð, sum stundar til. Í Vági hava teir nóg mikið at gera teir næstu mánaðirnar.