Dyer til West Ham

Samráðingar hava leingi verið í millum ensku Premier League-feløgini Newcastle og West Ham um enska landsliðsleikaran, Kieron Dyer, sum vildi sleppa úr Newcastle fyri at flyta tættari at familjuni.

 

Fyri tveimum vikum síðani vóru samráðingarnar millum feløgini so gott sum komnar upp á pláss, men brádliga vildi Newcastle hava meir pengar fyri Dyer, og tí slitnaðu samráðingarnar.

 

Nevndin í West Ham var sjálvsagt í øðini um avgerðina hjá Newcastle, og teir vildu vera við, at nú fór eingin handil at blíva millum feløgini um Dyer.

 

Okkurt er tó broytt síðani tá, tí í gjár bleiv greitt, at Dyer skiftir frá Newcastle til West Ham. Tað er ikki heilt greitt, hvør prísurin er fyri enska landsliðsleikaran, men nógv týður uppá, at Newcastle hevur fingið tær góðu 20 mió fleiri, sum teir kravdu seinast. Sostatt liggur prísurin fyri Dyer um 90 mió. kr.