Leygarkvøldið fer ein tann fremsti norski tónleikarin á pall í Norðurlandahúsinum, men longu nú er bólkurin komin til Føroyar.
Hann er norðmaður og verður sammettur við navnframu Nick Drake og Jeff Buckley. Í Noregi er hann stór stjørna og hevur vunnið fleiri Grammy. Talan er um stórtalentið Thomas Dybdahl, hvørs nýggjasta útgáva “What’s Left Is Forever” kom út í september 2013.
Hóast tað ikki er fyrr enn leygardagin, at hann skal á pall, so eru hann og bólkurin komin til Føroyar longu í dag.
Í mentanarkaféini í útvarpinum hjá Kringvarpinum søgdu teir, at teir vóru komnir til Føroyar fyri at uppliva landið nakrar dagar áðrenn konsertina. Teir søgdu seg ikki hava serligar ætlanir á skránni, men høvdu leigað ein bil, og spurdu um uppskot, um hvat man kann gera. Tit eru vælkomin at viðmerkja undir hesari greinini, um tit hava uppskot til hvat teir skulu gera í morgin og dagin eftir.
Í góðveðrinum, ið liggur yvir landið, kundu teir illa havt valt eina betri løtu enn júst nú.
Á Facebooksíðu síni skrivar Thomas Dybdahl soleiðis í gjár, áðrenn leiðin gekk til Føroyar: “Geara upp til at fara til ævintýrkendu og vøkru Føroyar í morgin. Spæli konsert við fullmannaðum bólki leygardagin 29. mars í Norðurlandahúsinum kl. 19.30 í Tórshavn. Góðu komið og upplivið okkum, tak tína familju og vinir við.”
Atgongumerki fáast á nlh.fo og á Kunningarstovun og Norðurlandahúsinum.