Norski Thomas Dybdahl vitjaði Norðurlandahúsið við bólki sínum í gjárkvøldið, og áskoðarnir fingu eina framførslu í heimsflokki.
Hóast Thomas Dybdahl er eitt kent navn í heimlandinum og hevur gjørt um seg bæði í USA og Evropa, so er hann ikki eitt kent navn í Føroyum. Men heilt nógv fólk vóru komin á konsertina í Norðurlandahúsinum.
Við einum serstakliga vælspælandi bólki aftanfyri seg, tók Dybdahl áhoyrarnar við sær á eina ferð gjøgnum nýtt og gott gamalt í sínum lagaskatti. Tónleikurin, ið nokk best kann lýsast sum blúsíblástur poppur, var framførdur sannførandi. Eisini ljóð og ljós var framúrskarandi.
Serliga bergtakandi røddin hjá Dybdahl var forførandi, men tað hoyrdist eisini, at hetta var ein bólkur, ið var vanur at spæla saman. Hetta var síðsta konsertin konsertferðini í sambandi við nýggjastu fløguna hjá Dybdahl, men lat tað ikki vera eina loynu, at nógvir av áhoyrarunum als einki høvdu havt móti, at sæð hendan bólkin, á palli aftur, t.d. á einum av festivalunum.