Í bólki H í Champions League tók Juventus móti Young Boys úr Sveis.
Juventus mátti spæla uttan Cristiano Ronaldo, ið hevði leikbann, men hetta darvaði ikki Juventus í at skjóta mál.
Serliga argentinski framherjin, Paulo Dybala, saknaði ikki Ronaldo, tí eftir at einir fimm minuttir vóru leiktir, var Dybala sendur leysur við einari langari sending, ið hann ikki hugsaði leingi um áðrenn hann hegnisliga setti bóltin í málið.
Eftir einar 33 minuttir, var Dybala aftur árvakin, tá ið hann kom fyrst á bóltin eftir at málverjin hevði bjargað, og framherjin gjørdi lættliga støðuna til 2-0
Eftir hetta høvdu Juventus ongar trupulleikar av Young Boys og um miðan seinna hálvleik fekk Paulo Dybala hattrikkið hjá sær, tá ið hann fekk glíðandi fótin á eitt innlegg og sendi bóltin í netið.
Juventus gjørdi ikki stórvegis burturúr at økja, meðan Young Boys á ongan hátt megnaði at hótta italsku meistararnar, so at dysturin endaði 3-0 til Juventus, ið hevur fult stigatal í bólki H.









