Á barnatiltakinum á G! kunnu stór og smá børn millum síggja ein dvørg, ein 3 metra høgan tænara, taka lut á skattajakt og mang annað. Børnini vera ikki bara eygleiðarar, men eisini aktivir luttakarar í tiltakinum. Tey sleppa at gera ymiskar aktivitetir og brúka sítt hugflog.
Á skránni er føroyskt undirhald við Angelu, Hannibal og Ævintýraferðini, meðan Huðrar framførir, Hann vil vera ein prinsessa.
Eisini verður stór skattajakt, har ein tjóvur, ein prinsessukjóli, ein kiksaður gandakallur, tvey sjóskrímsl, G! apan, ein kongur, ein tænari, Angela og Hannibal, gandavatn, sangur og spæl og mangt annað er partur av innihaldinum. Og eisini verða ein bara 121 sentimetra høgur kongur og ein tríggja metra høgur tænari við á skattajaktini.