Duttu niður at kalla samstundis

Tvey flogfør fóru úr Moskva við kós suðureftir. Fyrst datt annað niður. og bara fáar minuttir seinni datt hitt niður. Vanlukkur ella yvirgangur?

Stutt eftir klokkan 22 fyrrakvøldið misti russiska flogeftirlitið sambandið við eitt Tupolev-flogfar, sum var á veg úr Moskva til Volgograd við 44 fólkum umborð.

Nakrar minuttir seinni sendi eitt annað Tupolev-flogfar fráboðan um rán. Hetta flogfarið var á veg úr Moskva til Sosji við Svartahavið við 52 fólkum umborð, og lítla løtu eftir fráboðanina hvarv flogfarið av radaraskerminum hjá eftirlitinum. Tá var tað nær býnum Rostov.

Nakað seinni funnu bjargingarlið vrakið av tí fyrra flogfarinum nærhendis bygdini Butsjalki einar 180 kilometrar sunnan fyri Moskva. Øll tey 44 umborð vóru deyð. Onnur bjargingarlið vóru tá farin at leita eftir hinum flogfarinum, men ikki fyrr enn tíðliga gjáramorgunin varð vrakið funnið. Tað vísti seg, at øll tey 52, sum við vóru, høvdu latið lív.

Vladimir Putin, forseti, gav í gjár trygdarløgregluni boð um at kanna báðar tilburðirnar. Tað er ikki vanligt, at trygdarløgreglan kannar flogvanlukkur, og boðini frá forsetanum eru tekin um, at myndugleikarnir hava illgruna um yvirgang, skrivar tíðindastovan AFP úr Moskva.

Fólk, sum vóru nærhendis staðnum, har tað seinna flogfarið datt niður, hava greitt frá, at tey hoyrdu eina spreinging, stutt áðrenn flogfarið datt niður.