Durita vann á Kambsdali

Durita Mohr Jacobsen vann fimta undanumfarið í Nósabarnaprix 2003, sum var í ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið

Nósabarnaprixtiltakið á Kambsdali leygarkvøldið var væl eydnað. Fyrireikararnir høvdu gjørt sær ómak, so at øll, bæði børn og vaksin, skuldu fáa eitt hugnaligt og stuttligt kvøld. Angela, Baby-James og Hannibal undirhildu við sangi og skemti.
Vinnari gjørdist Durita Mohr Jacobsen av Kambsdali við sanginum, "Vit eru glað". Nummar tvey gjørdist Ansa Højgaard úr Søldarfirði, og nummar trý varð Hjørdis Nesá av Toftum.
Nú er bert eitt undanumfar í Nósabarnaprix eftir; tað verður í bygdahúsinum í Miðvági tann 12. juli. Finalan verður í Badmintonhøllini í Havn tann 28. juli.
Tað er Føroya Banki, ið stuðlar Nósabarnaprix 2003.