Durita skal í finaluna

Eydnan á Oyrabakka var leygarkvøldið karmur um eitt kvøld, sum fult og heilt var ætlað yngra ættarliðnum. Og í meldrinum av tónleiki, royki og sápubløðrum varð enn ein finalistur funnin til Nósa Barnaprix 2002

Nósa Barnaprix 2002

Lagt var upp til eitt stórt kvøld, tá næst seinasta undanumfarið av Nósa Barnaprix leygarkvøldið fór av bakkastokki.
10 luttakarar millum 7 og 14 ár vóru við í kappingini, og av teimum skuldi ein finalistur finnast, sum síðan sleppur við í finaluna, sum verður á Kambsdali í novembur mánaða.
Umleið 360 fólk vóru savnaði í Eydnuni, og saman við vertunum báðum, Angelu úr Fres og Baby James, varð skjøtul settur á eitt kvøld, sum skuldi vísa seg heilt at liva upp til allar tær væntanir, sum fólk frammanundan høvdu sett sær.

Vertir í essinum
Ein og ein komu luttakararnir inn á pallin, sum var pyntaður við ballónum. Onkur hevði dansigentur undir liðini, meðan onnur stóðu einsamøll framman fjøldini og framførdu lagið, sum tey høvdu valt sær. Talan var um kend føroysk barnaløg, har tónleikurin var lagdur á fløgu, meðan luttakarin sjálvur setti rødd til.
Fyrireikararnir høvdu skipað fyri, at eitt stórt ljósshow varð sett til hvørja framførslu, umframt at sápubløðrur eisini duttu undan loftinum og út yvir teir fremstu áhoyrarnar.
Lagt varð til brots klokkan 19.00, og síðani varð ferð sett á. Ímillum hvønn luttakara komu Angela og Baby James inn á pallin og fortaldu onkra stuttliga søgu um næsta luttakaran.
Og tey bæði komu framúr væl frá hesi uppgávu. Ferð eftir ferð fekk Baby James mannfjøldina at bresta útúr, meðan Angela eftir besta førimuni royndi at halda stýr á tí kúllaliga lítlabeiggjanum. Skemtiligu viðmerkingarnar hjá teimum báðum rakti plett nærum hvørja ferð, og hetta má sigast at verða eitt gott bragd, tá hugsað verður um, at áhoyrarafjøldin rakk heilt frá barnavognum til ommur og abbar.

Græt av gleði
Tá allir luttakararnir høvdu verið á pallinum, kom stóribeiggin hjá Baby James, James Olsen, á vitjan. Hann skuldi undirhalda fjøldina, meðan dómararnir stungu høvdini saman fyri at finna útav, hvør skuldi sleppa víðari í finaluna.
Og endiliga upprann so løtan. Saman við Angelu og Nósa komu allir luttakararnir út á pallin, og skilliga sást, at børnini vóru spent. Áhoyrarafjøldin var eins spent og luttakararnir, og allur salurin kókaði nú av berum spenningi,
James og Angela takkaðu stuðlunum fyri teirra avrik, og síðani kom spennandi avdúkingin.
Á fyrsta plássi hetta kvøldið lá Durita Djurhuus av Eiði, og sleppur hon sostatt víðari í finaluna. Umframt hetta skal hon eisini saman við hinum finalistunum syngja inn eina fløgu, sum verður útgivin í sambandi við finaluna.
Nummar tvey gjørdist Durita í Brekkunum, meðan Ester Nónsgjógv Kristiansen endaði á einum triðja plássi.
Eingin ivi var um, at genturnar vóru glaðar fyri tey plássini, sum tær høvdu fingið í kappingini. Tann eina av teimum gjørdist enntá so fegin, at hon bæði rópti og græt av gleði.
Sum skilst vóru áhoyrararnir eisini samdir við dómarunum, tí fagnaðarbrestirnir í salinum mundu ongan enda fingið. Okkurt tárið fekk eisini sníkt seg framat hjá onkrum, tá vinnarin av kappingini slapp framat mikrofonini og framførdi lagið Heimið hjá Brandi Enni enn einaferð.
Sum heild eitt sera væl eydnað tiltak á Oyrabakka leygarkvøldið, har børnini kundu hugna sær við dreyminum um eitt lív millum stjørnurnar. Hetta kvøldið vóru tað tó børnini í Eydnuni, sum vóru tær veruligu stjørnurnar.