Stjørnan hevur styrkt sær um hópin, nú seinna hálva av Sunset-kappingini stendur fyri framman. Durita Ljósstein hevur seinastu árini búð í Danmark, har hon fyrst hevur gingið á ítróttaskúla og síðani spælt við Fredericia. Men nú verður høgvaksni bakspælarin aftur at síggja í Stjørnuni, har hon eisini hevur sín uppruna.