Durita fann biologisku familju sína í Kolumbia

Sunnudagin vísti kolumbianska sjónvarpsrásin, Caracol Televisión, sending í kolumbianskum sjónvarpi um  føroysku Duritu Ana Alejandra Granada, ið er ættleidd til Føroya úr Kolumbia. 

 

 

Eitt filmslið úr Kolumbia hevði nevniliga fylgt henni, tá hon saman við føroysku foreldrum sínum ferðaðist til Kolumbia fyri at hitta biologisku familju sína har fyri fyrstu ferð, síðani hon varð ættleidd. 

 

 

Fyri trimum árum síðani fyri Durita at leita eftir biologisku familju sínari, sum tað eydnaðist henni at finna. Fyrstu ferð hon tosaði við familjuna var gjøgnum Facetime, men í november fekk hon síðani høvi til at møta foreldrunum og fimm systrum sínum á ferðini. 

 

 

– Tað er ein dagur, sum eg ongantíð fari at gloyma. Tað er ein fantastisk kensla. Eg havi viljað hetta, síðani eg var heilt lítil, og tað var løgið at hugsa sær, at nú var dagurin her, sigur Durita Ana Alejandra Granada í samrøðu við Góðan Morgun Føroyar í morgun. 

 

– Eg hevði nógvar kenslur í senn. Vit hava verið atskild so longi, men vit gleddust um at endiliga kunna vera saman og gleðast hesa løtuna, segði hon við Góðan Morgun Føroyar. 

 

 

Seinni verður føroysk sending gjørd í Kringvarpinum - við upptøkum úr kolumbisku sendingini - um ferðina hjá Duritu til Kolumbia, har hon hittir biologisku familjuna.