Durita er nýggj forkvinna

Tekniska nevnd í Vestmanna er skipað av nýggjum

Á bygdarráðsfundinum í Vestmanna 14. desember heitti Hilbert Elisson,sum var formaður í teknisku nevnd, á bygdarráðið um av persónligum ávum at loyva sær at taka seg úr nevndini. Bygdarráðið játtaði einmælt umbønini hjá Hilberti Elisson.

 

Síðani valdi bygdarráðið einmælt Duritu á Heygum til nýggjan lim i teknisku nevnd. Á fundi í teknisku nevnd sama kvøld skipaði nevndin seg av nýggjum: Durita á Heygum er forkvinna, Herit Magnussen er næstforkvinna og John Zacharissen er triði nevndarlimurin.

 

mynd: vestmanna.fo