Tað eru nærum trý ár síðan Durita sýndi verk síni fram í Smiðjuni seinast. Nú fara vit so at síggja nakað av tí, sum hon hevur málað hesi seinastu árini.
Málningarnir, sum eru akryl á lørift, eru abstraktar endurspeglingar av huglagi og kenslum í gerandisdegnum uppi á Varða, har Durita býr og málar.
Áður hevur hon sýnt fram á ólavsøkuframsýningum og á søluframsýningum ymsastaðni, eitt nú saman við “Fimm Feitum Flugum”.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 9. september, og er opin allar dagar til og við týsdagin 13. september kl. 10-18 – sunnudagin tó kl. 14-18.