Durita Christophersen, sum eftir seinasta kappingarár skifti úr Stjørnuni aftur til barndómsfelagið VÍF, fer nú aftur til Klaksvíkar at spæla. – Eg hevði væntað, at tað at koma aftur til barndómsfelagið fór at vera so øgiliga gott, men tað er nú so leingi síðan eg var her, og tað gjørdist ikki júst tað, eg væntaði. Eg havi fingið góðar vinkonur í Klaksvík, og mær longdist aftur til Klaksvíkar, sigur Durita um orsøkina til, at hon við virknaði beinanvegin skiftir aftur til Stjørnuna. Av tí at hon skiftir mitt í kappingarárinum, noyðist hon at bíða í 30 dagar, áðrenn hon aftur kann spæla dyst.