Talan var um dupultan sigur til Opel, tá 140 motorjournalistar úr fleiri evropeiskum londum valdu familjubilin Opel Zafira og konseptbilin Antara GTC til "Top Cars 2006".
Hetta er samstundis fyrstu ferð at teir mongu motorjournalistarnir ið eru knýttir at felagsskapinum "Motor Information Service" avkvøddu um 80 bilar í 8 ymiskum klassum.
Nýggi Opel Zafira er sera væl umtóktur í eitt nú Týsklandi, har sølan er meira enn tvífaldað. Konseptbilurin Opel Antara GTC kemur á marknaðin síðst í 2006.