Hondbólturin hevur eins og nógv onnur sítt fasta pláss á ólavsøkuskránni.
Ólavsøkuaftan er klassikarin millum mansliðini hjá Kyndli og VÍF. Enntá tvær ferðir.
Fyrra útgávan verður klokkan 18.30, tá old-boys liðini hjá feløgunum fara at dystast, og klokkan 20 er so dystur millum dagsins manningar hjá somu feløgum.