Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin er í ordan, men Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn er ikki.
Tað kann tykjast heldur undrunarvert, at støðan hjá Javnaðarflokkinum eftir øllum at døma nú er, at samgonguflokkarnir á tingi skulu samstarva í Tórshavnar Kommunu.
Tí áðrenn Fólkaflokkurin skipaði samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, varð eitt samgonguskjal undirskrivað millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Tá var eftir øllum at døma einki problem, at ikki somu flokkar skipaðu samgongu á Vaglinum sum í Tinganes.
- Um man vildi, at samgonguflokkarnir skuldu halda saman eisini í Havn, so skuldi man tosa um tað áðrenn valið og sjálvandi valkvøldið. Men Tjóðveldi slapp ikki framat samgongusamráðingunum valkvøldið, sigur Høgni Hoydal við Kringvarpið í dag.










