Dupultmoralur og hýklarí føroyinga

Dupultmoralur og hýklarí føroyinga er ikki bert galdandi politikarar, men føroyingar í síni heild, ið ikki liva og virka í náttúligum, menniskjaligum, moralskum, etiskum nærumhvørvi.

Tað, at føroyingar eru komnir ov langt avsíðis frá áðurnevndu fyribrigdum, kemst av fremmandari heilavaskan og indoktrineran av sinnalagnum hjá øllum, heilt frá børnum til fólkapensjónistar.
Tað hevði sømt seg øllum føroyingum at slept øllum dupultmorali og hýklaríið, ið ikki er nøkrum til sóma ? eg hugsið um ta dupultu tilveruna við hjámaka við síðuna av tí maka, ein hevur í dag.
Tað hevði verið frægari at hava ein hugburð! Hvar er ein fyri og ímóti? Og hvønn politik vil ein reka og byggja sína støðutakan á? Fyri mítt viðkomandi, byggir ein á áðurnevndu fyribrigdir. Øll eiga eisini at gevast við allari hýklan og sleikjan fyri teimum ráðandi, ið skulu læra at standa á egnum beinum eins og føroyingar í síni heild. Duga øll, ið lesa føroysku bløðini, at skilja tað?
Tað eru somuleiðis føroyingar, ið bedraga og snýta onnur við at vera óheiðurlig og óreiðilig við atliti til peningaviðurskifti, og at vera óseriøs og ómotiverað við at lata sum einki.
Nógvir føroyingar eru, ikki tað konufólk ella mannfólk, sum tey geva seg út fyri at vera í gerandislívinum. Ein kennir muruna í øllum tí, ið ein dagliga stríðist við í Havnini í dag. Hesi seinastu árini, havi eg fingið at sæð hvat ring samvitska førir við sær. Eisini havi eg sæð, at alt ikki spælir so væl av hjá øllum, ið bukka undir ov stórum trýsti. Hetta hevur fingið fleiri at beina fyri sær í Havn. Eg havi »inside« vitan, forstáilsi, tilvitan um mannakroppin og dagliga mannalívið. Hetta greiðir ein frá í túsundtals lesarabrøvum, aftaná dagligan lesna, granskin og av royndum, ið ein hevur upplivað.
Eg havi áður, í túsundtals lesarabrøvum, gjørt øll daglig fyribrigdi, ið eyðkenna øll ættarlið av føroyingum, ið genera og provokera hvønn dag og hvørt kvøld í Havnini.
Eg havi fingið avbygdar og býarfólki at avdúka seg persónliga í tí dagliga gerandislívinum og sýna mær teirra býttleika og svagligheit. Eg skal framhaldandi klæða øll úr inn á kropp og sál, ið ikki eru á røttu síðuni viðvíkjandi lóg, landaskili, politikviðtøku, ferðslu- og rúsdrekkalóg.
Óheft/heft at øllum felagsskapum, klubbu og trúarsamkomum finna vit ættarlið, við eyðkendum dupultmorali og hýklaríið føroyinga. Innan fyri øll tey væl etableraðu harkaliðini í Føroyum sæst tað.
Tað vil siga, at øll, ið fáa av grovfílini frá mær í øllum tí dagliga kjaki og í lesarabrøvum í føroyskum bløðum, mugu vakna úr sínum søta »Tornurósudreymi« kring landi og í Havnini dagliga.