Dupultmoralur Fólkafloksins

   

Meðan fólkaflokslimir bera í bøtuflaka fyri lógarbrotinum hjá »fráfarna« løgmanni, hevði tjóðveldiskvinnan Kristina Háfoss herfyri eina sera væl skrivaða grein í Sosialinum har hon staðfestir tað, sum veruliga fór fram í hesum málið.
Nevniliga, at tað var ikki ein feilur, men ein væltilrættisløgd roynd ígjøgnum 4-5 ár, at broyta avreiðingartølini soleiðis at t.d. 2.500 kg. blivu til 12.500 kg. tí eitt 1 tal var sett frammanfyri.
Hervið 5 faldaðist avreiðingarvirði, soleiðis at munurin ferð aftaná ferð kundi drenast úr virkinum.
Hevði frostvirkið verið á stødd við størru virkini, so varð svikið kanska ongantíð uppdagað. Og at gera tjóðveldisflokkin til syndabukk er tí burtur við, tvørtur ímóti eigur tjóðveldisflokkurin rós uppiborið fyri teirra leiklut í hesum málið.
Eitt notat, sum er skrivað, bert fyri at krógvað tað lógarbrot sum fram er farið, reinsar ongan, tvørturímóti, so er tað moralskt forkastiligt, tá Óli Breckmann, Jógvan við Keldu og aðrir í fólkaflokkinum billa fólki inn, at tað bert var »ein feilur« ið var gjørdur fyri 25 árum síðani.