Zacharias Bech, Porkeri
Setti meg týskvøldið at lurta eftir kjaki í sjónvarpinum millum Bjarna Djurholm, landsstýrismann og Jørgen Niclasen, løgtingsmann og formaður fyri fólkaflokkin um flogvallir í Føroyum.
Jørgen Niclasen vildi, sum vera mann, at flogvøllurin í Vágum skuldi útbyggjast.
Tí, sum hann segði, tær 365 mió., sum hetta kom at kosta, var peningur, sum kom uttaneftir inn í samfelagið og kom soleiðis ikki at kosta føroyingum nakað. Hetta nevndi hann enntá fleiri ferðir. (Sum vit vita koma tær 365 mió. til útbygging av flogvøllinum úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar og er hetta danskir pengar).
Hetta er sami tingmaður, sum fyri fáum árum síðani segði nei takk til 365 mió. árliga av donskum blokkstuðli, sum kom heilsuverkið, skúlaverkið og almannaverkið í Føroyum til góðar og sostatt tí vanliga føroyinginum.
Tá nú 365 mió. av donskum peningi standa honum í boði til flogvøllin, tekur hann glaðbeintur ímóti, tí hesir pengar geva honum góðan møguleika at tryggja sær tingsessin til eitt komandi løgtingsval.
Av royndum vita vit at danskir pengar lukta ikki hjá hesum blokkfornoktarum, tá ágóðin av teimum fellur í egnan lumma.