- Dupultmoralskt at kritisera Føroyar

- Føroyingar eru ikki limir í ES, og eftir at ES boykottaði Føroyar skilji eg væl føroyingar, sigur Søren Espersen úr Dansk Folkeparti.

 

- Føroyingar eru ikki limir í ES, og eftir at ES boykottaði Føroyar skilji eg væl føroyingar, sigur Søren Espersen úr Dansk Folkeparti. 

 

Meðan danski uttanríkisráðharrin og flokkurin Venstre finnast at løgmanni, fyri at hava vitjað í Russland, so skilur Dansk Folkeparti væl, at føroyingar eru farnir egnar leiðir í hesum stríði. 

 

- Tað er ein løgni støða, men veruleikin er, at føroyingar eru ikki limir í ES. Føroyar hava greiðar avtalur við ES, og eru ikki partur av hesum stríðnum, sigur Søren Espersen við DR. 

 

Hann sigur, at eftir at ES og Danmark boykottaðu Føroyar í 2013, er ikki rætt at nú finnast at føroyingum. 

- Eg skilji væl tað, sum føroyingar nú gera, sigur hann. 

 

- Tað er so ótrúliga dupulmoralskt. Føroyingar vildu selja meira fisk til Danmarkar fyri einum ári síðani, men tað fingu teir ikki loyvi til, sigur Søren Espersen. 

 

Les greinina á DR her: