Dupultmoralsk rúsdrekkalóg

Erling Eidesgaard, ið er annar av monnunum aftanfyri Dism, metir, at føroyska rúsdrekkalógin bæði kostnaðarmikil og dupultmoralsk

Tað hevur í longri tíð verði eitt kjak, hvørt rúsdrekkalógin í Føroyum er tíðarhóskandi. Hetta hevur Erling Eidesgaard eina greiða meining um.

- Rúdrekkalógin grensar ímóti at vera dupultmoralsk. Vit kunnu keypa so nógv av tí, vit hava hug til, men at bryggja nakað sterkari enn øl sleppa vit ikki. Tað eru nokk ongar orsøkir enn tær religiøsu aftanfyri. Sjálvandi skulu fólk sleppa at meina, at tað er skeivt at bryggja, men tað sýnist bara so skeivt, at drekka útlendskan snaps, sigur Erling Eidesgaard. Hann metir tað eisini vera løgi, at eigararnir av hugskotinum mugu í rúsdrekkasølu landsins fyri at kunna keypa sítt egna brennivín.


Tað fíggjarliga

Sambært Erlingi Eidesgaard er tað eisini ein stórur fíggjarligur missur fyri føroyingar, at alt sterkari enn øl skal innflytast.

- Tað er so spell, at vit skulu flyta so nógvar pengar av landinum. Eg trúgvi hvørki, at føroyingar fara at drekka meira ella minni, um vit sleppa at bryggja sjálvi. Vit drekka í hvussu so er ikki meira øl enn grannalondini, hóast vit kunnu bryggja tað, fortelur Erling Eidesgaard. Hann leggur afturat, at um tvey ár verður kanska talan um 20 arbeiðspláss, ið koma at liggja uttanfyri Føroyar í samband við Dism, og at tað metir hann vera óheppi.

- Tað skuldi heldur ikki veri nakar trupulleiki at bryggja sterkt í Føroyum. Vit hava nokk av góðum vatni, og føroyski búskapurin kundi eisini fingið eitt íkast. Kanska ikki so stórt at byrja við, men vit liggja so fjarskotið, at tað kundi gott veri ein eksklusiv vøra. Tað er ikki hvønn dag fólk sleppa at drekka brennivín mitt úr Atlantshavinum, metir annar av monnunum aftanfyri Dism.