Dupultgangarin frá nýggjum føroyskum bókaklubba

Nýggi bókaklubbin hjá Sprotanum bjóðar nú føroyskar týðingar av heimsskaldskapi. Millum annað er Dupultgangarin hjá Dostojevskij á veg í nýggjari føroyskari týðing

Týðingar

Anna V. Ellingsgaard

anna@sosialurin.fo


Fyrsta týðingin frá nýggja Bókaklubbanum er longu komin við bókini Popptónleikur úr Vittula, sum Hjalmar Petersen hevur týtt úr svenskum. Næsta bókin kemur í februar, og verður tað Dupultgangarin eftir Fjodor Dostojevskij, sum Johnny Thomsen týddi úr russiskum.


Klovnað menniskja

Fjodor Dostojevskij (1821-1881) hevur sett sær djúp spor í russiskum bókmentum og heimsbókmentum við sínum ósvitandi royndum í bókunum hjá sær at avdúka bæði ræðuleikan og ruðuleikan í mannalyndinum.


Longu í teimum fyrstu skaldsøgunum skapti hann ein? sjáldsama verð av teimum niðurundirkomnu, niðurboygdu, kúgaðu og eyðmýktu. Og hesi og onnur tema verða lýst út í æsir í teimum stóru skaldsøgunum í 1860-unum og 1870-unum.


Dupultgangarin er søgan um tann einkisliga embætismannin harra Goljadkin, sum kemur í hornatøk við eina eftirgerð av sær sjálvum. Eina herming av sær sjálvum við øllum teimum ringu eginleikum, men eisini teimum dreymum, Goljadkin ikki viðurkennir í sær sjálvum. Og skjótt er hesin nýkomingurin við yvirlutan og trokar harra Goljadkin av og ger sær dælt við hansara yvirmenn.


Alt hetta fer fram í nakrar fáar dagar í einum sera realistiskt lýstum Sankta Pætursborg við einum óveruligum, fantastiskum dámi. Í einum illfýsnum Sankta Pætursborg á hávetri, har markið millum veruleika og fantasi og gyklaverk kámast burtur. Millum fólk, sum í tí alt meira kaotiska og fløkta hugaheiminum hjá Goljadkin bara tykjast vilja honum ilt.


Hetta evnið, menniskjað, ið er eins og klovið, verður tikið uppaftur í fleiri øðrum bókum hjá Dostojevskij og er eitt høvuðstema í bókmentum í 20. øld.


Seks bøkur um árið


Frá nýggja bókaklubbanum frætta vit, at ætlanin er at geva út seks skaldsøgur um árið. Umfram Popptónleikur úr Vittula og Dupultgangarin, eru hesar týðingarnar á veg:

 

Pedro Parámo eftir Juan Rulfo.

Meksiko, 1955. 170 miðalsíður. Marianna Hoydal týddi úr sponskum.

 

At máta heimin eftir Daniel Kehlmann.

Týskland, 2007. 304 síður. Elin Henriksen týddi úr týskum.

 

Mýrin eftir Arnald Indriðason.

Ísland, 2000. 240 miðalsíður. Carl Jóhan Jensen týddi úr íslendskum.

 

Rugbreyð við skinku eftir Charles Bukowski.

USA, 1971. Petur Pólson týddi úr ameriskum

 

Meir er at frætta um nýggja bókaklubban á heimasíðuni hjá Sprotanum.


Mynd (dostojevski)

Um stutta tíð verður heimsklassikarin »Dupultgangarin« eftir russiska skaldið Fjodor Dostojevskij at fáa í nýggjari føroyskari týðing