Tað gekk framúr væl hjá dønum, tá EM-kappingin í badminton va rá skránni. Bæði kvinnur og menn vunnu nevnliga sínar liðkappingar. Kvinnurnar bastu í finaluni verjandi meistarunum úr Hollandi við 3-1. Hjá monnum skuldi Danmark verja heitið, og hetta eydnaðist eisini, tá Kenneth Jonassen, Jens Eriksen/Martin Lundgaard og Peter Gade vunnu 3-0 á Onglandi.









