Dupult gull hjá Peturi

Stóri veteranurin í føroyskum borðtennis prógvaði enn einaferð, at hann framvegis er maðurin, sum tú skalt vinna á, um tú ætlar tær gullið

Petur Niclassen vann FM-kappingina í borðtennis, tá hendan var hildin um vikuskiftið. Honum á baki kom ein annar veteranur, nevnliga Birgir Carlsson, og síðani kom Hallur Niclassen. Eisini í tvímansleikinum vann Petur gull. Hesa ferð saman við Ragnar Egilsson.

Hjá kvinnunum var tað Susie Midjord, sum vann einmansleikin, og saman við Rakul Mikkjalsdóttir var hon eisini partur av besta parinum í tvímansleiki. Hartil gjørdist Susie saman við Pæturi Albinus nummar tvey í blandaðum tvímansleiki. Hera vórðu tað Sheila Størm og Ragnar Egilsson, sum vunnu.

Úrslitini í kappingini leygardagin vóru hesi:

 

Einstaklingar, meistaradeild:

1 Petur Niclassen, Tór

2 Birgir Carlsson, Tór

3 Hallur Thorsteinsson, Tór

 

Tvímansleikur, meistaradeild:

1 Petur Niclassen ,Tór og Ragnar Egilsson, Tór

2 Hallur Thorsteinsson, Tór og Rói Agnarsson, Tór

 

Blandaður tvímansleikur:

1 Sheila Strøm, TBF og Ragnar Egilsson, Tór

2 Susie Midjord, TBF og Pætur Albinus, Tór

 

Einstaklingar, kvinnur:

1 Susie Midjord, TBF

2 Joan Thomsen, TBF

3 Rakul Mikkjalsdóttir, TBF

 

Tvímansleikur, kvinnur:

1 Susie Midjord, TBF og Rakul Mikkjalsdóttir,TBF

 

Einstaklingar, kvinnuunglingar:

1 Rakul Mikkjalsdóttir, TBF

2 Susie Midjord, TBF

3 Sheila Strøm, TBF

 

Tvímansleikur, kvinnuunglingar:

1 Susie Midjord, TBF og Rakul Mikkjalsdóttir, TBF

 

Einmansleikur, mansunglingar:

1 Hallur Thorsteinsson, Tór

2 Rói Agnarsson, Tór

3 Fróði Jensen, TBF

 

Tvímansleikur, mansunglingar:

1 Rói Agnarsson, Tór og Hallur Thorsteinsson, Tór

2 Pætur Albinus, Tór og Fróði Jensen, TBF

 

Ársins bestu

 

Á gallakvøldi eftir kappingina vórðu bestu spælararnir hetta árið kosin, og vóru tað hesi, sum fingu serstaka heiðurin:

Ársins leikari, menn: Petur Niclassen, Tór

Arsins leikari, kvinnur: Rakul Mikkjalsdóttir, TBF

Ársins stjørnuskot: Hallur Thorsteinsson, Tór og Rói Agnarsson, Tór

Ársins herðaklapp: Vagnur Nolsøe, TBF