Dupult galla

Bæði hondbólturin og flogbólturin hava sínar árligu gallaveitslur í annaðkvøld. Í báðum førum verður hæddarpunktið ímóti endanum á borðhaldinum, tá bestu spælararnir verða avdúkaðir

Galla: Gallaveitslan hjá hondbóltinum verður hesa ferð í Vestmanna, og hon byrjar í ítróttarhøllini klokkan 19, tá borðreitt verður við forrætti, høvuðsrætti og góðari desert fyri gallaklæddu spælarunum úr bæði Sunset- og Atlantic Airways-kappingunum, umframt øðrum, ið hava varðað av hondbóltinum í vetur.
Mest spennandi løtan, ið øll síggja fram til, kemur í endanum á borðhaldinum, tá avdúkað verður, hvørji skulu fáa heiður og steyp fyri at hava verið bestu spælarar og venjarar hjá kvinnum og monnum, umframt hvørjir hava verið bestu dómararnir í vetur. Rás 2 fer at senda beinleiðis úr Vestmanna frá klokkan 19 og úteftir.
Aftaná fara Jens Marni Hansen, Kim Hansen, James Olsen og Pauli Magnussen at spæla til dans undir heitinum »Gallaband«.
Eisini gallaveitslan hjá flogbóltinum byrjar klokkan 19, men hon verður á Hotel Norð á Viðareiði, har somuleiðis verður borðreitt við trimum rættum, umframt at góður dansur verður aftaná.
Og sum hjá hondbóltinum, verður stóra løtan á kvøldinum, tá ársins stjørnuskot, hevari, verjuspælari, álopsspælari, blokkur, venjari og ársins spælari hjá bæði kvinnum og monnum í Eik-ligunum í vetur skulu heiðrast við steypum og virðislønum.