Dupult eftirlit

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Tað var rætt og slætt eitt helviti at vera gift ella giftur í eitt nú gamla DDR, sum jú var eitt fyrimyndarligt tjóðveldi og eftirlitssamfelag.

At vera í hjúnabandi har var tað sama sum at vera undir dupultum eftirliti.

Ei undur í, at tey rýmdu og royndu at rýma, bæði úr DDR og hjúnabandinum.

Tað var ein hørð lagna at vera undir eftirliti og illgruna bæði hjá Stasi og konuni ella manninum.

Tað ráddi um at ansa dupult so væl eftir dag og nátt. Ongastaðni var trygt.

Hjúnabandið byggir fyrst og fremst á illgitingar og eftiransing, kontroll og aftur kontroll. Júst tað sama sum til dømis Stasi og KGB bygdu á og livdu av í lýðveldi arbeiðaranna.

Men tey fingu so frælsi og mafiu har í DDR. Tey ógiftu fingu í hvussu so er hálvt frælsi. Til dømis kundu tey fara vesturum at gifta seg. Tað kundu tey fráskildu eisini. Fólk læra sjáldan, ongantíð, av ringum royndum.

Sum ein segði: druknað barn ræðist ikki brunnin.

Í Føroyum er hjúnabandið yvirtikið málsøki. Tað er tí, tey rigga so illa tey flestu. Sundurlesing og hjúnaskilnaður eru afturímóti danskt málsøki. Ivaleyst ein lóg frá 1878 ella har á leiðini. Ein lóg, sum er broytt í Danmark hálvthundrað ferðir síðani tá. Men ongantíð í Føroyum.

Vónandi verður hetta málsøkið ikki yvirtikið, tí so vera bara pengar til sundurlesing, játtanin fer ikki at røkka til hjúnaskilnað eisini.

Og soleiðis sum tingini fungera í Føroyum, sum sagt verður, verða fólk sundurlisin frá onkrum, tey ikki eru og ongantíð hava verið gift við.

Í Føroyum er hjúnabandið harafturat heilagt, so einki tí viðvíkjandi kann broytast. Eingin fer heldur at rættlesa og umskriva Bíbliuna.

Tað var ræðuligt har í gamla DDR. Tey giftu vóru sjálvandi undir hjúnabandsillgrunanum, men tey vistu ikki, um konan ella maðurin arbeiddu fyri Stasi. Lætt var tað ikki. Til Stasi tykkum skilur.

Nú ber sjálvandi til at venda tí hinvegin og siga, at fólk, sum eru undir støðugum eftirliti, gera einki skeivt. Tey tora ikki at vera forgjørd, tí so kemur illimaður eftir teimum.

Ella noyðast tey at vera sera snild og duga at snúgva sær eisini aðra staðni enn í hjúnasongini og í samfelagskoyggjuni. Tað duga nógv, og hini læra tað so við og við, sum sólin søkkur niður.

Eftirlitið loftar ikki øllum. Tað eydnaðist nógvum at rýma vestur um Múrin. Eg var á markinum, sum var millum eystur og vestur, fyri 1989 og hugdi í maskinbyrsukjaftar í bæði borð. Havi eisini verið har eftir “frælsið”, á fornminnissavninum á Check Point Charlie. Eg kann mæla øllum, sum fara til Berlin, at fara í hetta sera áhugaverda savn. Tí har sæst, hvussu markleyst hugflogið er og hvussu nógv verður lagt fyri, tá grasið hinumegin er grønari.

Um fólkini í eysturbýnum í Berlin hava tað betri nú, veit eg ikki, men eg ivist í tí. Ella um tey, sum fluttu haðani, hava tað betri har, tey eru nú.

Eftirlit er allastaðni, um ikki fregnartænastuliga yvirskipað so slatur og sleyg. Og hjúnaband er loyvt allastaðni. Tí viðvíkjandi versnar støðan bara í heilum, tí nú sleppa samkynd eisini at gifta seg í fleiri og fleiri londum. Fyrigev teimum, Gud, tey vita ikki betur, hóast tey áttu at gjørt tað.

Fólk, sum berjast fyri rættindum, eru ofta rikin í rætt, tá tey hava vunnið bardagan. Hetta var ikki júst tað, tey ætlaðu og væntaðu.

Tað var ikki stuttligt at vera gift/ur í gamla DDR. Men ráð vóru fyri tí.