Dunnurnar fyri borð

Jóladøgurðin umborð á »Vesturvón« var ikki dunna, men ræst kjøt, tí dunnurnar vóru salmonellafongdar og vórðu tveittar í havið. Fiskiskapurin er góður hjá trolarunum eystanfyri

ÓLAVUR Í BEITI


Tá ið tað hoyrdist, at dunnurnar, sum innfluttar vórðu higar úr Onglandi, vóru salmonellafongdar, komu boðini eisini umborð á flakatrolaran »Vesturvón«, sum hevði keypt dunnur undan jólum, tá ið farið var avstað í russiskt øki í Barentshavinum. Og annað var tá ikki at gera, enn at beina fyri øllum dunnunum. Jóladøgurðin gjørdist tí ikki dunna, men gott føroyskt ræst kjøt, sum eisini varð provianterað, áðrenn farið var nýggjan túr nakað fyri jól.

Tað hoyrdist eisini, at manningin umborð á Ljósafellinum heldur ikki fekk dunnu á jólum, tí keyptar vórðu eisini dunnur úr Onglandi, áðrenn farið var avstað.

Men tó at jóladøgurðin ikki gjørdist tann, sum manningin hevði glett seg til, hevur fiskiskapurin verið góður hjá trolarunum, sum royna í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Tað er nú góður mánaði síðan »Vesturvón« fór avstað, og tá ið vit tosaðu við reiðaran, Ólav Petersen, fyrradagin, hevði Vesturvón fingið 144 tons í flaki. Enniberg, Ljósafellið, Sundaberg og Sjúðrarberg royna eisini eystanfyri í løtuni, meðan Skálaberg og Akraberg eru farnir at sigla heim.

Og hinir trolararnir hjá Pf. Vesturvón, Akraborg og Varðborg, verða klárir at fara til fiskiskap aftur fyrst í nýggju øldini. Teir eru málaðir gráir nú á sleipistøðini í Vági og hava annars eisini verið til árligt eftirlit.

Stjórin í Pf. Vesturvón, Ólavur Petersen, sigur ongar broytingar fara at verða enn við hesum báðum trolarum, sum reiðaríið keypti fyri nøkrum mánaðum síðani frá suðringum. Manningin er tann sama og trolararnir avreiða, har mest fæst fyri fiskin.