Dunnugarður
í Traðardali:
Innarlaga í Traðardali, eystanvert Sandsvatn, hevur Brandur Sandoy, bóndi, fingið sær dunnuufarm. Hann ætlar at lata jóladøgurðar til føroyingar, sigur hann.
Teir eru tveir um hesa ætlanina, greiðir Brandu Sandoy frá, meðan vit ganga niðan móti garðinum, har allar dunnurnar ganga. Einar 2.000 - 3.000 dunnur væntar hann, at teir fara at fáa í ár. Ætlanin er so at fáa upp aftur fleri, sum frálíður.
Teir hava egnar verpingardunnur, sigur Brandur Sandoy. Einar 70 í tali, sum ganga í einum húsi fyri seg. Tær eru keyptar ymsastaðni í Føroyum, eitt nú úr Havn og úr Mykinesi.
Eggini verða klakt í tveimum stórum klekimaskinum, og ungarnir verða so sleptir í ungagarðin so hvørt. Har ganga teir so og sleppa at vaksa, til teir einaferð út á heystið skulu takast og enda sum jóladøgurði.
Tað gongur væl at fáa undan, sigur Brandur Sandoy. At kalla einki doyr burturav, og tað sum við er sett, tykist trívast væl.
Umframt dunnurnar hevur Brandur eisini annan eitt sindur óvanligan landbúnað í Traðardali. Eitt ní veltir hann rættiliga væl av rótum.
Brandur Sandoy hevur 200 seyðir í haganum, men hevur ikki neyt. Umframt pakkar hann eisini gras í ballur, og selur til eitt nú rossafóður, greiðir hann frá.










