Tá mann tekur hetta skeið, er luttøkugjaldið høgt. Men tað eru tó nógv hent vitan hjá einum, sum dámar sjólívið, at fáa. Trupulleikin er bara, at tá man fær prógvið, er tað ikki vert eitt tað einasta petti, ikki eingong tað pappír, tað er skrivað á, um man ikki smastundis hevur 12 mánaða siglingstíð.
Tí spyrji eg, hvat meiningin hjá kvøldskúlunum er at bjóða eitt skeið út, sum man ikki kann brúka til nakað, uttan at man hevur siglingstíð?
Og hví gevur tað almenna loyvi til sovorði? Tað er jú ikki bíligt, og tað tekur nógva tíð og orku at gjørnumføra dugnaskaparskeið í sigling!
So um tú ætlar at brúka eitt dugnaskaparskeið, fá tær so fyrst siglingstíð, tí at prógvið er bert galdandi í fimm ár, um tað ikki verður útskrivað til vinnubræv, sum er neyðugt, um man skal kunna brúka tað til nakað!
Ella far aðrastanis t. d. Klaksvíkar og tak sjómansskúlan, og tað kostar einki!