Ein kvinna traðkar út úr einum bussi hálandi eitt lítið rullikuffert eftir seg. Hon veit ikki, hvagar hon er á veg, veit bara, at hon leitar eftir einum góðum staði at gráta.
Kvinnan er júst farin úr einum hjúnarlag, sum ikki hevði nakra meining longur. Hon er rithøvundur men hevur skrivikrampa, og megnar ikki longur at seta orð á, hvussu meiningsleyst alt kennist.
Við orðunum hjá okkum vanligu deyðiligu ljóðar nýggja skaldsøgan Ned til hundene eftir danska høvudan Helle Helle, sum ein heldur keðiligur umgangur av eini kvinnu, ið heldur átti at fingið sær eitt lív. Men við knappa stílinum hjá høvundanum, har alt er skorið inn á bein, verður søgan um kvinnuna, sum leitar eftir einum staðið at gráta, meir at kalla eitt eksistentielt drama.
Vit gera onki ...
Komin út úr bussinum hittir kvinnan tey bæði John og Putte, sum bjóða henni heim við, tí næsti bussur fer ikki fyrr enn dagin eftir. Hvussu kvinnan eitur í veruleikanum, fáa vit ongantíð at vita, men tey bæði gera av at kalla hana Bente.
Skjótt varnast Bente, at heimið hjá John og Putte neyvan er besta staðið, hon hevur funnið, at gráta í. Tey eru alt ov vinarlig, og Putte tosar um Bente, sum vinkonuna, hon altíð hevur saknað. Putte vissar Bente um, at hon kann bara verða verandi, tí sum hon sigur: ”Vit gera onki allíkavæl”. Og tey gera veruliga heldur ikki stórt annað enn at tosa, drekka kaffi, hyggja í sjónvarp og spæla lotto.
Fyri at fáa dagarnar at ganga, roynir Bente at skriva. Putte fylgir forvitin við og spyr, um tað, hon skrivar, er slíkt, hon sjálv hevur upplivað
”Tja, jú uppá ein máta. Tað snýr seg mest um vanlig fólk, sum drekka kaffi og tosa og sovorði”, svarar Bente, meðan tað spakuliga gongur upp fyri lesararnum, at bókin, sum Bente skrivar, og skaldsøgan, hon er við í, kanska eru tvær síður av somu bók.
Borið fangar
So við og við verður Bente ein partur av lívinum hjá hesum menniskjunum, beint øvugt síni ætlan, ið var at hvørva og gráta. Og tá fleiri av teimum verða fyri ymsum ógvusligum hendingum, fangar borið. Bente kann ikki longur loyva sær bara at stíga inn í næsta buss, enda eitt tilvildarligt stað og fáa sær eitt nýtt navn, sum hon hevði ímyndað sær. Hon kann ikki loyva sær, at brúka hesi menniskjuni, sum henni lystir, fyri síðani bara at hvørva.
Her fær skaldsøgan eina moralska snaring, sum kann tykjast heldur klichékend, men hjá Helle Helle verður ein spurningur um, hvat eitt lív í grundini er fyri nakað.
Móti endanum ringir telefonin og onkur spyr eftir Bente.
”Vilt tú verða funnin”, spyr Putte við horninum í hondini, meðan spurningurin, hvat tað vil siga at finnast, at vera til, verður hangandi í luftini ...