Fjórða bókin um Viktor Hugo Person, sum býr í Port Janua, bregðir ikki úr ætt. Tólv ára gamli Hugo og vinmenninir Ravnur og Stefan eru sum ikki einaferð á varðhaldi eftir gátum at loysa, og ein dagin sær Hugo í gamla býi eina hond koma út ígjøgnum eitt hurðarglopp, leggja ein ruskposa frá sær, og hvørva aftur. Seinni rennur tað fram fyri hann, at her heldur ivaleyst ein njósnari til, og vinmenninir fara at eygleiða húsini. Í fyrstani halda teir, at tað er ein maður, sum er í hesum at síggja til tómu húsum, síðani gerst tað greitt, at tað er ein kvinna, og so vísir tað seg, at lítlasystir Hugo vitjar hana. Líðandi kemur tað fram, at kvinnan hevur verið ein gitin sjónleikarakvinna, men vanlagna hevur fingið hana at hildið, at ”tey” eru eftir henni. Hon hevur tí í mong, mong ár krógva seg í húsunum og hevur bara samband við fá fólk.
Hugo roynir at greiða henni frá, at hesi ”tey” ikki eru til, men so sigur hon honum, at seks av grannunum í gøtuni somuleiðis hava verið fyri óhappum, bara tí tey kenna hana. Nú fara Hugo og vinmenn at kanna, hvørja lagnu hesi fólk hava, og hví hon er vorðin sum hon er. Akkurát hesin bygnaður riggar væl og vekir forvitni hjá lesaranum, tað forvitni, sum skal til, um tú skalt halda á at lesa.
Potemkinkulissur
Um somu tíð sum hesar lagnur eru bulurin í skaldsøguni, so er frásøgnin feld inn ein karm, sum í fyrstu atløgu er Port Janua við teimum mongu løgnu nøvnunum og so loyndarmálið í Svørtuborg í gamla býnum. Í tí undanfarnu bókini um Hugo & Co komu dreingirnir fram á loynigongir, har frímúrarar hava hildið til í øldir. Teir gerast vinmenn við ein av hesum og fara undir at gera eitt kort yvir hesar gongir, sum eingin uttan teir fáu limirnir í felagsskapinum vita nakað um. Men hesin partur av søguni riggar ikki líka væl sum hann um kvinnuna, sum kennir seg forfylgda. Tað er líkasum høvundurin vil skapa spenning og óhugna, men tað kemur meiri enn so fyri, at lesarin ikki heldur, at tað er so ólukkusáliga spennandi, tað sum gongur fyri seg, hóast høvundurin pástendur tað. Tað er eins og høvundurin ikki altíð megnar at vísa hendingar, so at lesarin følir, at hetta er spennandi ella stuttligt, men at hesar kenslur skulu dragast eftir hárininum fram fyri lesaran.
Gamlar borgir, loynigongir og frímúrarar fáa tey flestu av okkum at hugsa um dulsmálmál og óhugnaligar hendingar. Men frímúrararnir í ”Gott hugflog, Hugo” eru av sama bergi brotnir sum dólgarnir í ”Fólk og dólgar í Kardamummubýnum”. Fullkomiliga meinaleysir. Og hóast nógv verður tosað um loyndarmál í sambandi við teir, so er tað einasta loyndarmáli, at tað bara eru teir, sum kenna til hesar gongirnar. Nakað serligt endamál hava tær ikki, og sostatt eru bæði borg, gongir og frímúrarar eitt slag av potemkinkulissum.
Óvanlig nøvn
Fyri hendan lesaran eru øll tey løgnu nøvnini – Merian Seraphiaskákið, Nóa Orsino, Tístram Skribaskúlin, Aslak Ludo, Ilian Ukoli – eitt sindur strævin, fyri onnur uttan iva ein partur av spælinum. Trupulleikin fyri mín part stavar einahelst frá, at fólk og umhvørvi ikki eru petti øðrvísi enn so mangastaðni, var tað ikki fyri nøvnini. Um somu tíð koma fitt av fyri okkum vanligum nøvnum fyri: Hugo, Olivia, Ravnur, Stefan. Eg skal kortini viðganga, at sum eg las bókina, so gjørdust hesi nøvn ein partur av tí heild, sum Rakel Helmsdal hevur skapað. Eg bleiv onkursvegna drigin inn í hendan heim.
Nakað væl út í søguna fangar hon meira og meira, og ymiskar hendingar veita henni fitt av spenningi. Cliff-hangers koma meira enn so fyri, og tú (ó)hugnar tær saman við persónunum. Tað er bara stundum ein trupulleiki, at frásøgnin ikki er meira ítøkilig. Sum við loynigongdunum, ið ikki verða brúktar til nakað ávíst, men bara eru har, soleiðis eisini við ymiskum smálutum. Til dømis eta dreingirnir í heilum keks, men lesarin fær ikki at vita, hvat slag tað er. Ein smálutur, jú, men tað er akkurát í tílíkum ítøkiligum lýsingum, at ein høvundur gandar umhvørvi fram.
”Gott hugflog, Hugo” er ein rættiliga góð bók, sum eg ikki ivist í, at mong børn frøast um, men høvundurin átti at stýrt hugflognum hjá sær betur. Tað er ikki bara at draga traditionelt spennandi lutir og hendingar fram, tey skulu eisini brúkast til nakað. Tað ger hon við søguni um kvinnuna, sum kennir seg forfylgda, men ikki við øllum tí ”óhugnaliga” romantiska tilfarinum.